Hvat halda føroyingar um javnstøðu? Hvar sæst ójavnstøðan millum kynini? Tað er fremsti spurningurin, sum stendur eftir at svara eftir hesa Gallup-kanning um javnstøðu í Føroyum í 2003. Spurningarnir í kanningini eru gjørdir við støði í javnstøðulógini og hava til endamáls at fáa vitan til vega um hugburðin millum fólk til javnstøðu og at finna útav, um føroyingar halda, at vit hava javnstøðu. Kanningin varð gjørd í frá 8. - 13. februar, tá Gallup ringdi til 523 føroyingar yvir 15 ár og spurdi um ymist, eitt nú um javnstøðu. Spurningarnir vóru hesir: - Hvat hugsar tú um, tá tú hoyrir orðið javnstøða?
- Heldur tú, at tað er mismunur vegna kyn í Føroyum?
Heldur tú, at kvinnur og menn í Føroyum hava eins møguleikar til arbeiði og útbúgving? Kanningin er avmarkað, tí bert 3 spurningar eru settir, og skal nýtast sum vegleiðandi hjálp til okkara arbeiði at beina mismunir, sum standast av kyni, av vegnum. Kanningin vísur, at meginparturin av teimum spurdu, halda, at javnstøða er fyri kvinnur og menn og at stórvegis munur er ikki á hugburðinum til javnstøðu á bygd og í bý. Ein lítil helvt av teimum spurdu halda, at tað er mismunur vegna kyn í Føroyum. Tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum hava hesa áskoðan. Og fleiri kvinnur enn menn, sum ikki hava nakra støðu í málinum. Tá hugt verður at svarum býtt á aldur, er munur á, hvat fólk halda. Meginparturin av teimum eldru yvir 60 ár halda, at mismunur er ikki vegna kyn, meðan tey, sum eru yngri enn 60 ár eru ymisk á máli hesum viðvíkjandi. Tveir triðingar av teimum spurdu halda, at menn og kvinnur hava eins møguleikar til arbeiði og útbúgving. Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum halda hetta. Ein fjórðingur av monnunum og ein triðingur av kvinnunum halda, at kvinnur og menn hava ikki somu møguleikar. Tað er munur á svarunum hjá teimum ungu undir 20 ár, teimum eldru yvir 60 ár og teimum, sum eru millum 20 og 49 ár. Tey, sum seta búgv og fáa børn, halda í størri mun enn tey spurdu í hinum báðum nevndu bólkunum, at kvinnur og menn hava ikki somu møguleikar til útbúgving og arbeiði. Næsta stig Næsta stig á hesari leiðini kundi verið at kanna arbeiðsbýtið í heimunum og samanborið tað við løntu arbeiðstíðina hjá pørum. Og at spurt, hvussu og hví fólk raðfesta hús, børn og arbeiði, sum tey gera. Tað sigur hendan fyrsta kanningin onki um. Les kanningina her |